🌿 Seaweed face oil – náttúrlig andlitsolja við tara
Andlitsolja (Seaweed Face Oil) er ein týðandi partur av húðrøktini hjá tær, sum ynskir væl hydreraða og strálandi húð.
Ólíkt kremum inniheldur andlitsolja føðsluevni, sum verða skjótt upptikin í húðini. Harumframt leggur oljan eitt lætt, verjandi lag, ið bindur vætuna. Tískil verjir hon húðina uttan at tippa porurnar.
Oljan er full í antioxidantum, vitaminum og fitusýrum. Somuleiðis hjálpir hon við at minka um fínar linjur og stuðlar eini frískari og meria livandi útstráling.
Oljan er góð at brúka bæði morgun og kvøld.
🌱 Innihald í seaweed face oil
-
Jojoba Seed Oil
-
Argania Spinosa Kernel Oil
-
Castor Seed Oil
-
Tamanu Seed Oil
-
Rosehip Fruit Oil
-
Porphyra Umbilicalis (tara / seaweed extract)
💧 Brúka Seaweed Faceoil soleiðis:
Fáir dropar verða smurdir á reina andlitshúð og háls.
Kann brúkast bæði morgun og kvøld.
Her finnir tú aðrar vørur til andlitsrøkt.
🧬 Seaweed (tari) og gagnlig evni fyri húðina
Tari (seaweed) er ein nattúrlig kelda til fleiri bioaktiv evni, sum eru sera gagnlig fyri okkara húð.
Tari inniheldur m.a. antioxidantar, polysakkaridir og onnur evni, ið verja húðina móti oxidativum stressi, stuðla anti-aging og hjálpa húðini at varðveita eina friska og livandi útstráling.
Harumframt hava granskingar víst, at summi evni í tara kunnu verja húðina móti UV-skaða og stuðla húðini í hennara nattúrligu endurnýggjan. Tískil verður tari nógv brúktur í nattúrligari og virknari húðrøkt.









Ummæli
There are no reviews yet.