Um Statera

Tryggleiki, nærvera og tíð

Eg eiti Gunnvá Wardum og eri sjúkrarøktarfrøðingur, akupunktørur og RAB-góðkendur viðgerði.

Í Statera møti eg tær sum eitt heilt menniskja. Viðgerðin verður lagað til tín tørv, og góð tíð verður sett av til prát, fakliga meting og sjálva viðgerðina.

Gunnvá Wardum í Statera

Søgan um Statera

Frá sjúkrarøkt til Statera

Eg havi arbeitt við menniskjum og heilsu síðan 1999. Gjøgnum árini havi eg millum annað arbeitt innan psykiatri, á hjartadeild, intensivari deild og á skaðastovu. Míni seinastu nógvu ár í heilsuverkinum vóru hjá kommunulækna.

Áhugin fyri akupunkturi og øðrum viðgerðarhættum vaks so líðandi. Eg sá týdningin av, at vit ikki bara síggja einstakar trupulleikar, men eisini geva okkum tíð til at skilja menniskjað og kompleksu heildina aftanfyri hvønn einstakan okkara.

Í 2016 byrjaði Statera sum ein partur av mínum arbeiðslívi. Síðan er viðgerðarstovan vaksin og vorðin mítt fulltíðarstarv – við akupunkturi, cupping, mýking og vælveruviðgerðum, sum verða lagaðar til tann einstaka.

Navnið Statera sipar til javnvág og lýsir væl tað, eg ynski at skapa: eitt trygt og róligt rúm, har fakligheit, nærvera og tíð ganga hond í hond.

1999

Byrjaði at arbeiða sum sjúkrarøktarfrøðingur

2016

Statera varð stovnað

Í dag

Akupunkturur, cupping, mýking og vælvera

Mín tilgongd

Tú ert í tryggum hondum

01

Fakligheit

Royndir úr heilsuverkinum og breið útbúgving innan akupunktur og kropsviðgerð eru grundarlagið undir arbeiðinum.

02

Heildin

Vit hyggja at tí, tú merkir, og samanhanginum millum kropp, sinn og gerandisdag.

03

Nærvera

Tú fært eina róligari løtu við rúmd til spurningar og eina viðgerð, sum verður lagað til tín.

Finn røttu leiðina

Hvør viðgerð hóskar til tín?

Hygg at samlaða yvirlitinum ella skriva til mín, um tú ivast.

Sí allar viðgerðir