Ayú

Ayú – Natúrlig javnvág og vælvera fyri kropp og sinn

Eg havi valt fáar og serliga útvaldar vørur úr donsku húðrøktarrøðini Ayú, sum er grundað á fornu ayurvedisku lívslæruna, at hava í vøruúrvalinum í Statera – fyri at stimbra javnvág – í sinn og skinn.

Tað eru lekkru kropsoljurnar og hondkremini frá Ayú, sum eru framleidd við natúrligum tilfari og essentiellum oljum, sum bæði geva húðini nýtt lív og sinninum frið í gerandisdegnum.

Bæði oljan og hondkremið er lætt at smyrja út og verður skjótt upptikið í húðini, uttan at feitta.

Gev tær sjálvum eina stilla, dagliga løtu, har tú við Ayú stuðlar sjálvomsorgan, innaru javnvág og friði.

Kurvin
Scroll to Top