Seaweed Hondsápa er ein hondgjørd sápubarr, ið er rík upp á vitaminir og mineralir úr føroyskum tara, heintaðum úr Atlantshavinum.
Sápan vaskar hendurnar varliga og gevur samstundis húðini eina mjúka og væl røkt kenslu. Kokosolja, olivenolja og sheasmør eru kend fyri sínar nørandi eginleikar, meðan hvítur leirur hjálpir at reinska húðina á mildan hátt.
Lemongrass gevur sápuini ein frískan og náttúrligan anga, sum minnir um reinleika og vælveru.
Seaweed Hand Soap er handgjørd í smáum nøgdum við denti á góðsku, lítlum burturkasti og náttúrligum ráevnum.
![]()
🌱 Innihald
*Organic
**Naturally occurring in essential oils
***Not present in the final product
💧 Brúka soleiðis
Brúka eina hóskandi nøgd av hondsápu í lunkaðum vatni. Massera til tað skúmar og skola væl. Endurtak eftir tørvi.
🌍 Betra umhvørvisvalið
Plantubaserað hondsápa er vanliga meira biodegradabel enn syntetisk alternativ. Tað merkir, at hon verður lættari niðurbrotin og hevur minni árin á vatn og náttúru.
Við at velja hondsápu við plantubundnum evnum, tekur tú sostatt eitt meira umhugsað val – bæði fyri húðina og fyri umhvørvið.
Við Seaweed hondsápu, velur tú sostatt meira enn eina sápu. Tú velur eina mineralríka og natúrliga hondsápu, sum arbeiðir í samljóði við bæði húð og náttúru.
Sí eisini okkara kropsolju, sum stuðlar náttúrligari húð- og hárrøkt.











Ummæli
There are no reviews yet.