Grundskeið í cupping

Tiltak og skeið

Grundskeið í cupping

Lær cupping frá grundini á einum 6 tíma skeiði við fakligari teori og nógvari praktiskari venjing.

NærLeygardagin
24. oktober 2026
TíðMóttøka kl. 9.30
Skeið kl. 10–16
HvarEinarsgøta 9
188 Hoyvík
UndirvísariGunnvá Wardum
Sjúkrarøktarfrøðingur og akupunktørur
Prísur2.500,00 kr.Avmarkað til 6 luttakarar
Melda til skeiðið

Um skeiðið

Eitt trygt og praktiskt amboð

Hevur tú hug at læra cupping og fáa eitt praktiskt amboð afturat tínum kropsviðgerðum?

Á hesum grundskeiðnum fært tú eina fakliga innleiðslu og nógva praktiska venjing. Tú lærir at velja hóskandi koppar, arbeiða við ymiskari koppastyrki og leggja eina trygga og einfalda viðgerð til rættis.

Vit venja serliga cupping á ryggi, herðum, bringu og búki.

Hetta fært tú

Frálæra, venjing og útgerð

Alt tað grundleggjandi er savnað í einum skeiðsdegi.

Innlit í grundhugsanina og søguna aftan fyri cupping

Innleiðslu til ymisk sløg av koppum og hættir at cuppa

Praktiska venjing á ryggi, herðum, bringu og búki

Vegleiðing í koppastyrki, viðgerðartíð og reaktiónum í húðini

Frálæru í reinføri, trygd og kontraindikatiónum

Luttakaraváttan

Cuppingsett við 19 plastikkoppum

Olju, ið hóskar til glíðandi cupping

Drekkamunn og okkurt gott afturvið

Tilmelding

Tryggja tær eitt pláss

Avmarkað er til 6 luttakarar. Tilmeldingin er galdandi, tá skeiðið er goldið.

Melda til núElla skriva til mín