Óluva hevur tarmsjúkuna Colitis Ulcerosa og hevur í Statera fingið akupunkturviðgerðir fyri sjúkuna. Niðanfyri fortelur hon um, hvussu viðgerðirnar hava hjálpt henni.

Eg havi tarmsjúkuna Colitis Ulcerosa, ið er kroniskur bruni í tarminum. Av hesum havi eg havt tað sera ringt í langa tíð og havi fungerað avmarkað. Fyri tíð síðani fekk eg tikið tjúkktarmin og helt so, at nú fór at verða betri. So var í eina tíð, men tíverri komu øll míni symptomir aftur og eg fekk tað aftur sera keðiligt. Tosað hevur verið um, at eg nokk mátti undir enn eina operation, tí tey fingu ikki hjálpt mær meira við heiliváginum. Hettar havi eg so gingið og útsett og útsett, inntil eg bleiv gjørd varug við, at akupunkturur var ein møgulleiki, sum eg kundi royna.

Eftir fáar viðgerðir við nálum er pínan burtur, tarmbrunin minkar, mín heilivág havi eg minkað niður í næstan onki og eg havi tað nógv, nógv betri. Havi fingið orkuna aftur og mót uppá lívið. Akupunktururin hevur verið fantastiskur fyri mína tarmsjúku.

Hettar kann absolutt viðmælast og tað VIRKAR ☺

Kurvin
Scroll to Top