Fyri nøkrum mánum síðani átti Marin teirra 3. barn, 39 ára gomul. Byrjanin av graviditetinum varð trupul vegna ringt vaml.
Niðanfyri fortelur Marin, hvussu akupunkturviðgerðir hjálptu henni við vamlinum.
Tá eg 39 ára gomul gjørdist við barn var tað eitt longi ynskt barn, ið meldaði sína komu – men við tí kom so eisini eitt, ið eg í mínum fyrru barnsburðum als ikki hevði merkt nakað til. Eg var so ring av vamli, at eg púrasta misti matarlystin, og onki orkaði.
Fyrstu vikurnar var um jóltíðir, so tá gekk tað so dánt at liggja á sofuni mesta av degnum og fara tíðliga í song, men tá arbeiðsdagurin nærkaðist mátti okkurt henda, og eg royndi nærum øll tey ráð, ið eg kundi lesa meg til, tí eg var júst byrjað í nýggjum starvi, og um ikki eg fekk hjálp so noyddist eg at biðja um sjúkramelding.
Eg hevði ongantíð áður roynt akupunktur, ella nakað slag av ‘alternativari’ viðgerð, men vildi so ikki lata tann møguleikan vera óroyndan, og setti meg í samband við Gunnvá. Hon fekk givið mær viðgerð beinan vegin, og var púra opin og erlig um viðgerðina; hon fortaldi longu tá eg kom fyrstu ferð til hennara, at tað ikki vóru øll, ið fingu bata av akupunkturi, men hjá summum hjálpti tað væl, og tað skuldi eg kunna merkja aftaná eitt ávíst tal av viðgerðum.
Gunnvá greiddi frá hvussu hon setti nálirnar, og hvussu tað skuldi kennast tá tær sita rætt, og tá eg forvitin spurdi inn til ymisku punktini og annað viðv. akupunkturi fortaldi hon eldhugað frá.
Longu aftaná eina lítla løtu við nálunum merkti eg vamlið ‘lætta’, og Gunnvá bað meg bíta merki í hvussu longi tað helt, og nær vamlið kom aftur.
Fyrsta dagin kom vamlið aftur út á seinnapartin, tá eg gjørdist móð, men so við og við helt tað longur tíð, og aftaná góða viku var tað so mikið batnað, at tað ikki nervaði meg í gerandisdegnum.
Eg gleddi meg hvørja ferð eg aftur skuldi til Gunnvá, so væl hjálpti tað, hesa fyrstu tíðina fram til viku 13-14, tá vamlið so av sær sjálvum fór, sum tað so ofta ger.
Eg kendi meg í tryggum hondum, og merkti hvussu seriøs Gunnvá er við sínum arbeiði, og vil viðmæla øðrum, ið hava trupulleikar av vamli í barnsburði til at royna hesa hjálp.