MB Meniére og tinnitus / september 2016

– Eg fekk staðfest sjúkuna Morbus Meniére fyri 6 árum síðani. Hetta er ein ómetaliga keðilig sjúka, sum hevur merkt meg við sera herviligum og drúgvum herðindum av ØRILSI, sera plágandi kroniskum TINNITUS, DEYVleika á øðrum oyranum og ov høgum TRÝSTI í øðrum oyranum.

– Eftir viðgerð í STATERA eru herðindini við ørilsi horvin, tinnitus er ikki longur nøkur plága og hoyrnin er batnað eitt vet.

– Eg havi roynt allar viðgerðir, sum bjóðast kunnu innan sjúkrahúsverkið, so sum dren í oyranum, meniére tól, og medisin, men sjúkan bara versnaði. Til síðst bleiv hon so ring, at eg mátti siga ein góðan kjans sum skipskokkur frá mær, og mátti í land, av tí at herðindini við ørilsi blivu meira og meira kronisk. Kláraði ikki at arbeiða.

– Noyddist eisini at gevast við at ganga túrar í føroysku fjøllunum; nakað mær hevur dámað sera væl. Tað kom meira enn so fyri, at eg mátti leiðast, ja hálvavegna berast oman av onkrum fjalli, tí eg var so ringur av ørilsi.

– Eg havi alt gott at bera læknum og øllum starvsfólkum annars innan sjúkrahúsverkið, men tíverri var ikki meira, tey kundu hjálpa mær við.

– Um mánaðarskifti januar – februar í ár, las eg um akupunkturviðgerð og hugsaði, at nú hevði eg roynt so nógv, so hví ikki royna hetta eisini. Men satt at siga, so væntaði eg ikki, at hetta kundi hjálpa mær. Eg skuldi tó fáa annað at síggja.

– Longu eftir tveimum viðgerðum byrjaði eg at fáa tað betri við ørilsinum, og eg kann siga, at síðani hálvan februar, havi eg ongantíð havt nakað sum helst herðindi av ørilsi.

– Lívið er fullkomiliga broytt í so máta. Nú kann eg aftur ganga túrar í fjøllunum uttan at verða bangin fyri, at alt fer at mala fyri mær.

– So við og við byrjaði eg eisini at fáa tað betri við tinnitus, og nú er tað als ongin trupulleiki.

– Sjálv hoyrnin var 100 % burtur í vinstra oyra, men nú kann eg hoyra eitt sindur aftur, tí trýstið í oyranum er minkað, hóast tað enn er ein trupulleiki fyri meg.

EG KANN AVGJØRT VIÐMÆLA AKUPUNKTURVIÐGERÐIR TIL TEIRRA, SUM HAVA TRUPULLEIKAR VIÐ ØRILSI OG TINNITUS.

Her sæst hansara søga á Facebook.

Viðmerkj

Your email address will not be published. Required fields are marked *

Kurvin
Scroll to Top