Hald í ryggin

Anja fekk fyri nøkrum mánum síðani akutt HALD Í RYGGIN við ringari pínu. Hon fekk viðgerð í STATERA við sera góðum úrsliti.

Niðanfyri fortelur Anja um sína uppliving av støðuni.

Eg eiti Anja Hartmann Wardum og eri 48 ár. Eg havi altíð verið væl fyri bæði likamliga og sálarliga.

Havi alt mítt lív vant nógvan og ymiskan ítrótt – fimleik, fótbólt, rógving, fittnes og runnið – onkuntíð meir og onkuntíð minni, men altíð okkurt.

Fyrr í ár hendi so ein broyting í mínum lívi og kroppurin segði frá. Eg hevði havt ilt í rygginum í eini 3 vikur, tá ið eg knappliga fekk eitt hald, sum vildi nakað.

Hettar var ein morgun, børnini høvdu feriu. Eg fór upp og skuldi til at gera okkum ein deiligan morgunmat. Soleiðis bleiv tó ikki, tí ryggurin læstist og eg mátti leggja meg á gólvið beint har eg stóð. Eg fekk onki gjørt.

Børnini ringdu eftir pápanum, sum var skjótur heim. Eg fekk dupulta dosis av pínustillandi tbl. Brufen og tbl. Panodil. Næsta tíman hevði eg eina so ræðuliga pínu, sum eg ikki havi haft síðan eg átti míni 3 børn ❤

Tveir dagar gingu við kolosalari pínu áðrenn eg kom til akupunkturviðgerð í Statera. Tað er tað besta eg nakrantíð havi gjørt og vita um. Eitt satt undur.

Eg kláraði so dánt at krúpa út í bilin og koyra niðan, men tað var ikki meir. Eg fekk eina fantastiska viðgerð, sum vardi í góðar 45 minuttir. Eg lúgvi ikki tá eg sigi, at eg við fyrsta prikinum føldi pínuna minka. Og eg lúgvi enn minni tá eg sigi, at eftir hesar 45 minuttir fór eg dansandi út aftur í bilin.

Eg fekk 2 eftirfylgjandi viðgerðir og pínan bleiv fullkomiliga burtur. Eg havi ikki merkt til pínu síðani og kann tí ikki siga annað, enn at hetta er FANTASTISKT 🙂

Kanska hetta ljóðar ótrúligt. Tað er ótrúligt

Og til tykkum sum ivast – ROYNIÐ TAÐ !!!!

Lesið hennara søgu á facebook her.

Viðmerkj

Your email address will not be published. Required fields are marked *

Kurvin
Scroll to Top