Styrkjan av immunverju

9. mars 2017

Una hevur við akupunkturviðgerðum í Statera fingið hjálp fyri lungatrupulleikar og styrkt immunverjuna generelt.

Niðanfyri greiðir Una frá 🙂

Eg eiti Una Ziska Kruse.

Eg havi í nógv ár verið plágað av nógvum ymiskum fysiskum trupulleikum. Til dømis havi eg í áravís verið plágað av vánaligari immunverjuskipan. Eg fekk við vissu allar umfarssjúkur, sum tóku sera langa tíð at basa.

Hálsbruni var regluligur gestur hjá mær, og hann hevur ført til stóra nýtlsu av antibiotika.

Eg havi eisini seinastu fýra árini verið plágað upp til fleiri ferðir dagliga av gátuførum sviða í eygunum. Sviðin kann koma nær sum helst og er so ógvusligur, at eg má gevast við tí, sum eg eri í holt við í 10 til 15 minuttir. Eftirfylgjandi eru eyguni móð, reyð og hovin, sum um eg havi grátið leingi.

Eg byrjaði akupunkturviðgerð í Statera á heysti 2016. Tíðliga um summarið bleiv eg yvirtikin av influensu, sum eg barasta ikki kláraði at sleppa burturúr. Eg bleiv við at hava slím í lungunum. Harkaði alla tíðina og orkan var sera lítil bæði fysiskt og psykiskt. Eg sum plagdi at trena upp til 5 ferðir um vikuna orkaði onki.

Frá fyrstu viðgerð í Statera havi eg merkt økta orku og nógv meira yvirskot.

Eftir nøkrum fáum viðgerðum bleiv eg tilvitað um, at trupulleikin í eygunum hevði verið burtur í dagavís. Eg kann ikki koma í tankar um annað, enn at tað man vera akupunktururin, sum hevur hjálpt fyri eyguni eisini.

Eg havi ikki havt influensu ella aðra umfarssjúku síðani eg byrjaði í Statera og vituliga, so havi eg ikki verið í antibiotikaviðgerð síðan tá heldur. Munnsár og vanlig forkølilsir hava eisini hildið seg burtur í hesum tíðarskeiðnum.

Standurin í lungunum er batnaður munandi. Nú er nærum onki slím og harkingin er so gott sum burtur.

Eg ætli mær at halda heilsustøðuna viðlíka við regluligum viðgerðum í Statera. T.d. eina ferð um mánaðan.

Eg gevi akupunkturviðgerð míni allarbestu viðmæli og vil ráða øllum við líknandi trupulleikum at royna viðgerð í Statera.

Lesið hennara søgu á Facebook her.

Kurvin
Scroll to Top