Skinnabeinsbruni / mai 2017

Hilmar Leon Jakobsen, hondbóltsspælari á besta mansliðnum hjá H71, hevur í STATERA fingið viðgerð fyri SKINNABEINspínu.

Niðanfyri sigur hann okkum sína søgu :

Eg eiti Hilmar Leon Jakobsen. Eg eri 19 ár og gangi í student. Frítíðina brúki eg til hondbólt, har eg eri partur av besta mannsliðinum hjá H71.

Fyri nøkrum mánaðum síðani, byrjaði eg at fáa ilt í eina skinnabeinið. Fyrst helt eg, at hettar helst var onkur smávegis skavankur, sum fór at fara burtur av sær sjálvum. Men so var ikki. Pínan bleiv við at verða har og seinastu vikurnar bleiv hon verri.

Eg fór til lækna og bleiv sendur í røntgen. Har var onki at síggja.

Tíðspunktið, tá ið pínan var ringast, var stutt áðrenn hondbóltsfinalurnar seinast í apríl í ár. Vit í H71 lógu sera væl fyri at koma í finaluna. Tí hevði tað sera stóran týdning fyri meg, at eg slapp at spæla.

Um hetta mundið hoyrdi mamma mín, at akupunkturur møguliga kundi verða ein hjálp fyri slíka pínu. Tað vildi eg fegin royna.

Longu eftir fyrstu akupunkturviðgerðina merkti eg bata. Tí valdi eg at halda á við viðgerðunum til hondbóltskappingin var av.

Vit spældu okkum í finaluna og eg fekk spælt báðar dystirnar so at siga uttan pínu

Lesið hansara søgu á facebook her.

Viðmerkj

Your email address will not be published. Required fields are marked *

Kurvin
Scroll to Top