Frank Askildsen spælir hondbólt á høgum støði. Seinastu árini hevur hann tó verið tarnaður av ryggjatrupulleikum, sum hann nú hevur fingið hjálp fyri í STATERA. Niðanfyri sigur hann sína søgu:
Í longri tíð havi eg havt trupulleikar við rygginum og baklærinum. Tað vóru spenningar og pína sum hava plágað meg seinastu 3 árini. Eg var komin til eitt punkt, har eg ikki kláraði at standa uppi í meira enn 30 min, áðrenn eg mátti seta meg niður fyri spenningum og pínu. Eisini vóru reinnitúrar uppá longri teinar ein stórur trupulleiki.
Aftaná at hava roynt óteljandi aðrar viðgerðarhættir og havt langar pausur við ítróttinum, fyri at geva rygginum hvíld, valdi eg at royna akupunktur-viðgerðir í STATERA. Fyri meg var hettar eitt síðsta skot, fyri at sleppa av við pínuna.
Longu aftaná fyrstu viðgerð føldi eg stóran mun.
Í dag aftaná 6 viðgerðir og tvær vikur, havi eg onga pínu í rygginum, og kann renna langar túrar uttan at skula stegða á fyri pínu og spenningum.
Eg vil heilt klárt viðmæla øllum, ið stríðast við pínu, at royna til akupunktur frá STATERA.
Lesið hansara søgu á facebook her.