Giktapína og trongd / november 2017

Malan Jensen, sum í áravís hevur stríðst við giktapínu og trongd, hevur í STATERA fingið góða hjálp við akupunkturviðgerðum, kostískoyti og kostvegleiðing. Niðanfyri sigur hon sína søgu.

Eg eiti Malan Jensen. Eg havi drigist við gikt í áravís – bæði psoriasisgikt og Morbus Becterew. Ein yvirgang var eg so so ring, at eg gekk á høkjum.

Eg havi gjøgnum árini fingið allan tann heilivág sum heilsuverkið kundi bjóða fyri sjúkurnar. Sum fráleið tóktist heilivágurin ikki at hava nøktandi árin, og samstundis vóru hjáárin av heiliváginum farin at gera um seg.

Eg byrjaði viðgerð hjá STATERA seinast í mars í ár. Orsøkin til, at eg valdi at royna hendan viðgerðarháttin var, at eg bleiv við at verða so trong fyri bringuni eftir eina influensu í fjørheyst.

Í dag er trongdin heilt burtur, og giktapínuna merki eg næstan onki til longur, hóast eg havi lagt allan heilivág á hillina. Sum síðuvinning er blóðsukrið normaliserað og kolesteroltalið er við at koma upp á pláss eisini.

Í løtuni eru vit í ferð við at toyggja millumbilini millum viðgerðirnar, sum ætlandi skulu enda við viðlíkahaldsviðgerð eina ferð um mánaðin í eina tíð fyri til seinast fjarða heilt út.

Eg kann ikki annað enn viðmæla akupunkturviðgerð frá STATERA

Viðmerkj

Your email address will not be published. Required fields are marked *

Kurvin
Scroll to Top