Giktapína / Desember 2017

Olga Thomsen úr Hvalba, hevur í STATERA fingið viðgerðir fyri giktapínu í hondum, akslum, ryggi og mjadnum. Eftir 10 viðgerðir er hon pínufrí.

Niðanfyri sigur Olga frá :

Eg eiti Olga Thomsen. Eg havi slitgikt í báðum hondunum, rygginum, akslunum og mjadnunum og havi nógv tey seinastu árini verið sera nógv plágað av pínu hesi støð. Fyri pínuna havi eg seinastu árini tikið pínustillandi, sum hevur hjálpt nakað. Nú vetur er, er pínan munandi verri.

Eg las um STATERA akupunktur á facebook og avgjørdi, at nú skuldi eg royna hesa viðgerð. Pínan kundi so ikki blíva verri!

Eg eri búsitandi í Suðuroy og hugsaði tískil um, hvussu eg praktiskt skuldi fáa hettar at bera til. Men STATERA bjóðaði mær tvær viðgerðir um dagin í eina heila viku. Av tí at dóttir mín býr í Havn, kundi hetta gott lata seg gera.

Eg hevði ikki tær størstu vónirnar, áðrenn viðgerðirnar byrjaðu. Men eg má so ásanna, at eg fór heilt skeiv.

Viðgerðirnar hava hjálpt mær so væl, at eg eftirfylgjandi slett ikki havi haft tørv á pínustillandi. Og einki pínustillandi eg havi roynt áður, hevur hjálpt líka væl sum viðgerðirnar hjá STATERA.

Umframt viðgerðir fyri pínu, fekk eg eisini viðgerðir fyri forkølilsi, magan o.a. Eg havi haft tað sera gott bæði kropsliga og sálarliga eftir viðgerðirnar hjá STATERA. Eg fari at halda á við viðgerðunum uml. eina ferð um mánaðin.

STATERA vil leggja viðgerðinar til rættis, soleiðis at eg kann ferðast aftur og fram við Smyrli sama dag.

Eg kann ikki annað, enn geva STATERA mítt besta viðmæli og vil viðmæla øðrum at royna tað eisini!!

Kurvin
Scroll to Top