Pína í beinunum / januar 2018

Tummas Frank Joensen úr Skúvoy, hevur í STATERA fingið hjálp fyri pínu í beininum, ið helst stavar frá einum skaða í knænum.

Niðanfyri sigur hann frá:

Fyrst í 80’unum bleiv eg kleimdur ímillum 2 bilar og fekk ringa pínu í hø knæ. Eg fór aldrin til lækna. Tók pínustillandi eina tíð og gjørdi ikki meira.

Nøkur ár seinni fór pínan aftur at gera um seg. Tá fór eg til lækna. Slit bleiv staðfest í knænum og meniskurin vísti seg at verða skaddur.

Fekk operation í knæðið, ið tók seg illa upp. Mátti opererast aftur 15 mánar seinni.

Seinastu árini havi eg havt ringa pínu í hø beini. Serliga í knænum, men eisini rundan um fótliðin, í tjúkkanum og onkuntíð í lærinum. Afturat hesum hevur alt beinið verið hovið og tað hevur strammað nógv meira enn hitt.

Hesin trupulleikin við beininum hevur gjørt tað trupult hjá mær at ganga og tað eru ávís ting, ið eg ikki longur fái gjørt.

Tá ið eg las um akupunkturviðgerðirnar í STATERA, hugsaði eg, at hettar vildi eg royna.

Havi nú fingið 10 viðgerðir og havi fingið tað nógv betri.

Beinið er ikki longur hovið og eg havi slett ikki somu pínuna nú. Kann siga, at gerandisdagurin er so gott sum pínufríur.

Havi nú aftur verið ein pragtfullan hagatúr, uttan at merkja nakað til beinið. Knæðið er, sum tá er var 25 ☺

Eg eri sera vælnøgdur við viðgerðirnar í STATERA og eg vil her viðmæla øllum, ið stríðast við pínu, at vitja STATERA og royna hesa viðgerð.

Kurvin
Scroll to Top