31 ára gamli Teitur Fossaberg, hevur í Statera fingið hjálp fyri pínu í skinnabeinunum. Pínan byrjaði, eftir at hann hevði runnið til Faroe Express Stafettina fyri einum ári síðani.
Les hansara søgu niðanfyri:
Eg havi altíð verið plattfótaður og havi aldrin brúkt innlegg í skónum. Eg havi bara vant meg við at fáa eitt sindur ilt, eftir at hava gingið ella staðið ov leingi.
Fyri einum ári síðani valdi eg at luttaka í Faroe Express Stafettini, uttan at hava íðka nakað sum helst í fleiri ár. Júst hesa avgerð, kom eg at angra.
Eina løtu eftir, at eg hevði runnið stafettina, fekk eg pínu í skinnabeinini.
Fyrst helt eg, at hettar var startskotið til at koma í form! Men tíverri útviklaði pínan seg til skinnabeinsbruna, sum bara bleiv verri sum tíðin leið. Tað bleiv so mikið ringt, at eg ikki kundi renna eina rundu á einum fótbóltvølli uttan pínu. Tað útviklaði seg til, at eg eftir eina fulla arbeiðsviku hevði so ringa pínu og var so hovin um beinini, at eg illa nokk kláraði tankan um at standa uppi í vikuskiftinum.
Sum ungdómsvenjari var hettar sera hart fyri meg.
Eftir at hava sæð eina lýsing frá STATERA, um ein ungan mann, við líknandi trupulleikum sum eg, tók eg avgerð um at fara til viðgerð hjá teimum og royna akupunktur.
Eg hevði eina vón um at tað fór at blíva gott. Trúðið tó ikki heilt uppá tað, tí eg hevði haft ilt so leingi.
Men eftir at hava fingið viðgerð í eina viku, var so gott sum øll pínan í skinnabeinunum burtur.
Eg kann nú renna og verða aktivur uttan pínu.
Tað er enn langur vegur eftir at røkka málinum um at koma í form. Men hesaferð skal eg gera tað uppá tann rætta mátan.
Orsaka av viðgerðini í STATERA, havi eg fingið mótið aftur.
Og við hjálp frá STATERA, kann eg nú verða aktivur, inntil eg blívi HEILT frískur!
Og afturat hesum, eri eisini farin at gera nakað sjálvur. Eg havi nevniliga verið hjá ortopedi og fingið gjørt innlegg til skógvarnar. Hettar sum fyribyrging av, at pínan skal koma aftur.