AMD / november 2018

72 ára gamli Sunnleif Kjærbæk úr Kollafirði, hevur í STATERA fingið viðgerð fyri eygnasjúkuna AMD, Aldersrelateret Macula Degeneration. Í mannamunni eisini nevnt eygnakálking.

Niðanfyri kanst tú lesa hansara søgu :

Í 2017 fekk eg staðfest AMD á báðum eygunum, tó verri á hø eyga. Hettar var júst eftir, at eg var liðugur í viðgerð fyri krabba í stemmubondunum.

Trupulleikin vísti seg soleiðis, at teksturin, ið eg las, bleiv meira og meira ullintur. Serliga órógvaði hettar, tá ið eg skuldi lesa tíðindini á netinum.

Ein annar stórur trupulleiki var, at tá ið eg koyrdi inn í ein tunnil ein sólskinsdag, hevði tað hug at sortna fyri eygunum. Sá tó aftur næstan við tað sama.

Hettar lærdi eg tó at fyribyrgja, við at blunda við veika eyganum, áðrenn eg kom inn í tunnilin, og er hetta ikki ein trupulleiki longur.

Í februar í ár valdi eg so at fáa akupunkturviðgerðir í STATERA fyri at bøta um eyguni.

Aftaná 2 vikur føldi eg meg nógv betri. Sá betri og tað gekk betri at lesa tekstin á skerminum, sum nú var nógv minni ullintur.

Eisini er trupulleikin við at koyra inn í ein tunnil so gott sum burtur.

Sjónin er ikki, sum tá ið eg var 20 og tað verður hon ikki. Men hon er betri, og eg klári at lesa tíðindini á netinum.

Havi lært, at sjónin svingar nógv, í mun til hvussu eg eri fyri annars. T.d. um eg havi sovið illa um náttina, so er sjónin typiskt eitt sindur verri.

Havi síðani verið til viðgerð umleið 1 ferð um mánaðin.

Tað er fyri at fyribyrgja, at sjónin vernsar aftur.

Tað skal eg blíva við at gera.

Les meira um akupunkturviðgerð fyri AMD her:

Kurvin
Scroll to Top