51 ára gamla Bjørg Danielsen hevur í STATERA fingið hjálp fyri hjáholubruna og manglandi smakki- og luktisans.
Les hennara søgu niðanfyri :
Í august bleiv eg illa forkølað. Hostaði illa og var tipt í øllum høvdinum í eini 2 mánaðir. Hostin legði seg so nøkulunda, men eg bleiv við at hava nógv slím. Eg útviklaði ringa pínu í báðum hjáholunum og fekk oyraproppar í bæði oyruni, ið órógvaðu meg sera nógv. Í sjúkugongdini misti eg eisini bæði smakki- og luktisansin.
Hugsaði, at hettar mundi fara at ganga yvir, sum eitt vanligt forkølilsi ger. Men eftir 3 mánar, var støðan tann sama.
Tað var nú, at eg valdi at royna viðgerð við akupunkturi.
Longu eftir fyrstu viðgerð hvarv proppurin úr eina oyranum og var tað ein fantastiskur lætti.
Tað sum eisini hendi var, at eg aftur fór at hosta meira og slapp av við eina rúgvu av slími.
Eftir 7 viðgerðir, svann proppurin úr hinum oyranum og eg byrjaði spakuliga at lukta og smakka aftur og fór veruliga at føla meg fríska aftur.
Eg eri nú púra frísk aftur, við øllum mínum sansum