Slitgikt / februar 2020

Meinhild Geyti úr Miðvági, fekk í desember 5 akupunkturviðgerðir í gávu frá soninum, ið hevði vunnið viðgerðirnar í FB kapping.

Meinhild hevur í nógv ár drigist við pínu av SLITGIKT. Hon hevur slit nógv støð á kroppinum, men serliga er tað ryggurin, ið pínur hana. Aftaná 5 viðgerðir við AKUPUNKTURI, hevur hon so gott sum ikki pínu.

Les hennara søgu niðanfyri :

Tað eru nógv ár síðani, at eg fekk staðfest slitgikt og hetta hevur plágað meg meira og minni øll árini.

Knøini og fótliðirnir hava slit, men pína ikki so nógv. Mjadnarnar vóru so nógv ávirkaðar, at eg mátti skifta báðar.

Pínan, ið órógvar meg mest nú, er í rygginum. Serliga ímillum herðabløðini og niðast í lendarygginum, har eg í 1989 fekk innopererað stál.

Fyri hesa pínuna, havi eg tikið pínustillandi x fleiri um dagin. Fast langtíðarvirkandi fyri pínu morgun og kvøld og tbl Panodil og tbl Ibuprofen afturat, minst 3 ferð um døgnið. Hetta hevur tikið toppin av pínuni eina lítla løtu.

Stutt áðrenn jól, kom sonurin og spurdi meg, um eg vildi farið til akupunktur, um eg hevði vunnið 5 viðgerðir á FB. Svaraði, at tað vildi eg heilt víst. So segði hann ‘ger so væl’, hann hevði longu vunnið tær 🙂

Eg byrjaði viðgerðirnar hálvan januar. Og longu aftaná fyrstu viðgerð, fekk eg tað nógv betri. Havi ikki havt tørv á eyka pínustillandi síðani.

Nú havi eg fingið 5 viðgerðir, og onkuntíð gloymi eg at taka tað fasta pínustillandi um kvøldið 🙂

Ætli mær nú at fortseta við viðgerðum fyri at fyribyrgja, at tað aftur verður ringt.

Kurvin
Scroll to Top