Knýtingar í nakka og ímillum herðabløðini / mars 2020

Karin Dahl hevur í STATERA fingið hjálp fyri knýtingar í NAKKA og ímillum HERÐABLØÐINI.

Les hennara søgu niðanfyri :

Hóast eg eri virkin og venji í frítíðini, ávirkar tað kroppin at sita still við eitt skriviborð og eina teldu hvønn dag í fleiri tímar.

Eg havi í eina tíð havt spenningar í nakkanum, oman í herabløðini og fleiri ferð um vikuna havi eg havt høvupínu.

Eg vendi mær tí til STATERA, fyri at fáa hjálp.

Longu aftaná fyrstu viðgerð fekk eg tað nógv betri.

Eg kendi ein lætta í kroppinum, hóast eg enn merkti spenningar í nakka og høvdi.

Men kenslan í kroppinum aftaná hesa fyrstu viðgerðina var so góð, so eg gleddi meg at koma aftur.

Til triðu viðger var tað sum “trupulleikin” loysti seg og ístaðin fyri pínu og spenningar, fyltist kroppurin við vælveru og orku.

Eg hevði ongar spenningar longur, kroppurin kendist lættari og eg var sprenfull við orku.

Eg havi tí valt at halda áfram við at koma til viðgerðir hjá Statera, hóast eg ikki havi pínu longur.

Kenslan aftaná eina viðgerð er so góð, og tí seti eg mær tíð av til viðgerð hjá Statera eins og eg geri tað við venjing.

Nú er tað bara longur millum viðgerðirnar sum í høvðusheitum bert eru fyri vælveruna og verður tørvur á tí, kann eg altíð økja um tær aftur.

Kurvin
Scroll to Top