Pína í baklæri og reyvabølla í smb við langteinarenning / august 2020

53 ára gamli Albert Johansen úr Sørvági, hevur í STATERA fingið hjálp fyri pínu í baklærinum og reyvabøllanum, íkomin av langteinarenning.

Les hansara søgu niðanfyri :

Mær dámar sera væl at renna og tað havi eg gjørt í áravís. Eg renni ofta og langt.

Seinastu árini, havi eg runnið fleiri maraton runt í heiminum.

Samstundis byrjaði ein pína at taka seg upp í baklørunum, sum so víðari setti seg í annan reyvabøllan. Í fyrstani, tá ið pínan byrjaði, fekk eg runnið allíkavæl. Plagdi at fara burtur, tá ið eg bleiv heitur.

Men pínan versnaði og bleiv meira áhaldin. Og seinasta maraton eg rann, mátti eg steðga 😏 Tað er eitt niðurlag av teimum stóru.

Royndi at renna eitt sindur eftir hetta, men bar tað illa til fyri pínuni í baklørunum og reyvabøllanum.

Eg valdi nú at venda mær til STATERA, fyri at vita, um tey kundu hjálpa mær.

Longu eftir fyrstu viðgerð, var pínan í reyvabøllanum so gott sum burtur og tann í baklørunum nógv betri. Tað skuldu tó nakrar fleiri viðgerðir til, áðrenn pínan í baklærinum var so mikið góð, at hon ikki longur órógvaði mína renning.

Í dag fái eg runnið uttan trupulleika og havi eg runnið fleiri maraton síðani.

Eg havi verið aftur til viðgerð í nøkrum umførum, tá ið eg havi merkt nakað til pínu. Nú er ofta nokk við fáum viðgerðum, og pínan er burtur.

Afturat hesum kann eg siga, at eg eisini havi fingið hjálp fyri pínu í mittasta fingri á báðum hondum, vegna slitgikt.

Og tá ið tað so er okkurt annað, so hjálpir akupunkturur helst eisini 😉

Viðmerkj

Your email address will not be published. Required fields are marked *

Kurvin
Scroll to Top