25 ára gamla Melanie Mellemgaard, hevur í STATERA fingið hjálp fyri akslapínu.
Lesið hennara søgu niðarfyri :
Eg havi stríðst við ringa pínu í míni øksl í 7 ár. Havi hesi árini roynt nógv, fyri at minka um pínuna.
Eg havi gingið til fysioterapi bæði í Føroyum og í Danmark og havi roynt ymisk sløg av pínustillandi.
Onki av hesum hjálpti mær.
Pínan var sera ring.
Vaknaði við ógvusligari pínu í økslini og fekk slett ikki flutt armin.
Eg helt, at eg fór altíð at hava pínu og at hesum mátti eg bara liva við.
Royndi tó eina seinastu ferð at fara til læknan, við vón um at fáa pínustillandi, sum kundi hálpa mær.
Tað var hesin læknin, ið viðmælti mær at royna akupuntkur.
Hugsaði, at tað kundi als ikki verða nakað fyri meg, tí eg eri ræðslusligin fyri nálum.
Men eg valdi at fara við opnum sinni, um hetta nú var nakað, sum kundi hjálpa mær.
At eg skuldi gerast so glað fyri akupunktur, vardi meg ikki.
Eg havi ikki havt pínu í økslini seinasta árið og eg kann verða erlig og siga, at viðgerðirnar hava broytt mítt lív.
Gunnvá hevur verið tolin við mær og hevur altíð eina ætlan fyri, hvussu vit víðari skula fara fram.
Eg gangi ikki javnan til akupunktur. Men í periodum føli eg, at akslapínan byrjar at ‘murra’, og tá fái eg 1-2 viðgerðir við akupunkturi og so er friður aftur.
Eg eri greið yvir, at hetta er ikki eitt ‘fiks’ uppá mína pínu.
Tað er mín strongdi gerandisdagur sum lesandi og arbeiðsfólk, sum setir set í mín rygg, nakka og akslar.
Hetta hevur akupunktururin hjálpt mær við og mín gerandisdagur er nú nógv lættari.