58 ára gamla Eilis Johannesen, hevur í STATERA fingið viðgerð fyri pínu í høgra knæ.
Lesið hennara søgu niðanfyri :
Í 2019, búðu vit á Madeira í hálvt ár.
Á náttúruvøkru atlantarhavsoynni gingu vit nógvar, langar og avbjóðandi fjallatúrar. Vit høvdu ikki bil fyrstu 2 mánaðarnar, so vit gingu til alt.
Tað var á Madeira, at eg byrjaði at merkja pínu í knøunum.
Pínan byrjaði spakuliga. Men aftaná ein strævnan fjallatúr, bleiv heilt galið við høgra knæ.
Eg fekk ringa pínu, knæið bleiv hovið og eg fekk illa gingið.
Eg noyddist at kontakta lækna, ið sendi meg í CT-skannara. Her fekk eg staðfest slit á báðum knøunum. Ringast í høgra.
Eg fekk pínustillandi og okkurt fyri bruna, tí knæið var so hovið.
So líðandi bleiv betri, men ongantíð heilt gott.
Eg føldi alla tíðina knøini og serliga tað høgra.
Eftir hettar, gingu vit ikki so nógvar fjallatúrar, men eg føldi framvegis knøini alla tíðina.
Síðani vit komu aftur til Føroya, hevur knæpínan verið upp og niður.
Hvørja fer eg eri farin túr, hava knøini órógvað.
Tá ið pínan hevur verið ring, eri eg vaknað um næturnar av knæpínu. Og eg havi generelt sovið illa.
Í vár var eg aftur hjá lækna í Føroyum og bleiv harfrá send til fysioterapi.
Fysioterapiin hevur hjálpt mær nakað. Men knøini blivu ikki nóg góð til, at eg kundi ganga túrar uttan pínu. Tey blivu heldur ikki nóg góð til, at eg ikki vaknaði av teimum um næturnar.
Eftir hetta var tað, at ein vinkona bað meg royna akupunktur.
Hetta var eitt gott tilmæli.
Nú havi eg verið til 8 viðgerðir við akupunkturi í STATERA og eg havi tað nógv betri.
Tað eru langar periodur, hvar eg slett ikki merki knæið. Og eg vakni ikki longur um næturnar av pínu í knænum