Viðgerð ímóti mýggjabitastingum / juni 2022

Ella Nolsøe Petersen úr Vági, hevur í STATERA fingið viðgerð, at verja ímóti MÝGGJABITUM.

Les hennara søgu niðanfyri :

Eg havi altíð plágast illa av mýggjabitum, tá ið eg havi verið sunnanfyri.

Næstseinast bleiv eg sera illa bitin.

Eg hevði okkurt við sjálv, sum skuldi verja ímóti mýggjabitum, men tað gjørdi ongan mun.

Fór á apotekið, har eg fekk eina salvu, sum linnaði nakað.

Hetta er irriterandi og órógvandi fyri eina feriu.

Heimkomin hoyrdi eg, at man í STATERA kundi fáa akupunktur-viðgerð, ið kundi verja ímóti mýggjabitum og eg kontaktaði tey, áðrenn eg aftur skuldi út at ferðast.

Eg fekk 2 viðgerðir við nálum – dag um dag.

Og úrslitið má sigasta at verða heilt fantastiskt.

Tí á míni næstu ferð sunnanfyri, var ikki ein tann einasti mýggjabiti, ið var eftir mær 🤩

Og hetta var, uttan at eg vardi meg við nøkrum øðrum produkti.

Eg fari aftur til 2 viðgerðir, áðrenn eg fari av landinum aftur í summar ☀️😎☺️

Kurvin
Scroll to Top