55 ára gamli nólsoyingurin á Argjum, Olivar Nolsø, hevur í STATERA fingið góða hjálp fyri PÍNU Í HÆLInum.
Les meira niðanfyri:
Tað var sera hugalig vitjan at fáa hendan kalda hósdagin í januar, tá ið Olivur hugdi inn í viðtaluna. Hann var í grannalagnum og vildi bara støkka inn fyri at siga mær, hvussu gott hann hevði fingið tað í hælinum
Seinastu gott 2 árini, hevur hann plágast av pínu undir hælinum. Ein pína, sum situr beint undir vinstra hæli og sum hann merkir, hvørja ferð hann stígur fótin til.
Olivar er sjómaður. Og tá ið hann er heima, dámar honum sera væl at ganga í haga. Men eftir hvønn hagatúr versnar hælpínan. Og hvønn morgun tá ið hann fer upp, ella bara tá ið hann reisir seg, eftir at hava sitið leingi, er pínan nógv verri.
Hann hevur roynt at fingið sær hjálp fyri trupulleikan.
Einu ferðina bleiv pínan eitt sindur betri, men bara heilt stutt. Fekk so boðini, at hetta mátti hann læra seg at liva við.
Tað tók tó Olivari fast og hetta hevði hann ringt við at góðtaka.
Síðani uppsøkti hann okkum í STATERA, har hann fekk 5 viðgerðir við akupunkturi og lasara, við fáum døgum ímillum hvørja.
Longu eftir fyrstu viðgerð helt hann seg merkja mun, tá ið hann fór upp um morgunin. Og eftir 5 viðgerðir var pínan heilt ein onnur.
Síðani fór Olivar aftur til sjós.
Tað eru nú skjótt 5 mánaðir síðani seinastu viðgerð, og Olivar kann í dag siga, at hann merkir ikki til hælin og tað hevur hann ikki gjørt síðani.
Takk fyri vitjanina Olivar og takk fyri, at tú vilt verða við til at fortelja øðrum, at viðgerð við akupunkturi eisini kann hjálpa móti hælpínu