63 ára gamli Evald Sólvitsson av Sandi, hevur í STATERA fingið hjálp fyri strálandi lendapínu.
Lesið hansara søgu niðanfyri
Evald hevur arbeitt á sjónum seinastu 45 árini
Í eini 6 ár, hevur hann stríðst við lendapínu sum strálaði niður í vinstra bein. Eisini hevði beinið hug at sovna.
Lendapína er ikki ein ókend støða hjá sjófólki.
Hann valdi at royna viðgerð í Statera við akupunkturi og vakumkoppum.
Longu eftir fyrstu viðgerð, merkti hann bata.
Eftir triðju viðgerð var pínan so mikið lítil, at vit avtalaðu, at hann kundi kontakta okkum aftur, um trupulleikin versnaði aftur.
Í vikuni komu so hesi boðini frá honum:
Hey
Havi ikki biði tíð aftur, hvørki til koppamassagu ella akupunktur. Ikki tí eg eri ónøgdur, men tí viðgerðin hevur hjálpt so væl.
Eri pínuleysur p.t.
Eg vil heilt sikkurt, biða um viðgerð aftur um tað verður neyðugt, inntil tá vil eg viðmæla viðgerð frá tykkum
Vh
Evald Sólvitsson