Samansett viðgerð við akupunkturi og cupping / november 2023

Samansetta viðgerðin við akupunkturi og cupping, er ein sera sterk kombinatión av tveimum viðgerðarhættum, ið geva økta vælveru.

Arnbjørg Tórbjarnardóttir av Skála, hevur roynt hesa viðgerðina í STATERA og sigur frá her ⤵️⤵️

Mær dámar sera væl hesa samansettu viðgerðina, har tú fyrst verður mýktur, serliga har sum pínan/spenningarnir eru, fyri síðani at fáa koppar og nálir.

Tað deiliga við viðgerðini er, at hon fer sera djúpt og loysir væl upp.

Undir og aftaná viðgerðina føli eg, at kroppurin arbeiðir og fær tað betri.

Hendan viðgerðin hevur hjálpt sera væl uppá mín svøvn.

Eg sovi nógv betri og havi ikki havt tørv á at sova um dagin í langa tíð.

Harafturat er mín húð blivin betri og eg havi fingið meira orku. T.d. orki eg nú at venja regluliga.

Í nógv ár havi eg verið so øgiliga køld. Hetta er ikki soleiðis longur og ulltroyggjurnar eru skiftar út við T-shirtir.

Og so havi eg stríðst við oyraproppar í fleiri ár. Hesir eru eisini nógv betri og órógva sostatt eisini nógv minni.

Vansin kann so verða, at man kann fáa nøkur blá merkir og blíva eitt sindur móður aftaná viðgerðina. Men tað er onki, í mun til tað, sum viðgerðin gevur og sum eg fái afturfyri.

Eg fari gleðiliga aftur 😊

Kurvin
Scroll to Top