Kan Man Tænke Sig Rask ?

Fyrilestur við Thomas Breinholt í Dansifrøði 13/9-2024

Í gjár var serstakliga áhugaverdur fyrilestur í Dansifrøði, við kenda danska fakta- og heimildarritstjóranum, Thomas Breinholt.

Seinastu 5 árini, hevur Thomas Breinholt verið ígongd við at skriva bókina, sum hann nú leggur fram í eini langari fyrilestrarøð, ‘Kan man tænke sig rask’ við undirheitinum, ‘Videnskaben om sammenhængen mellem sind, sygdom og helbredelse’.

Thomas Breinholt er upprunaliga útbúgvin búnaðarfrøðingur, men hevur arbeitt sum journalistur seinastu nógvu árini.

Hann hevur havt ein serligan áhuga fyri samanhanginum ímillum tað, sum í okkara vesturlendsku heilsuverð kann verða trupult at greiða frá og ta vísindaligu tilgongdina, sum vit kenna í okkara heilsuverki. Tað er nokk ikki heilt av leið at siga, at Thomas til fullnar hevur raðfest, at finna fram til samanhangin ímillum hesi. Og tá ið nógvar av kanningum, hann hevur leitað fram, geva eitt fasitt uppá eina møgulliga nýggja tilgongd til heilsutrupulleikar, ynskir hann at breiða vitanina út fyri so nógvum sum gjørligt og ikki minst fyri okkara heilsuverki.

Thomas er ein framúrskarandi fyrilestrahaldari, í og við at hann dugir at seta samanhangirnar so klárt og týðuligt fram, samstundis sum hann er lættur og stuttligur at lurta eftir.

Tað sum Thomas kemur fram til í hansara áralanga kanningararbeiði er, at hvør einasti menniskjakroppur eigur sjálvlekjandi eginleikar, sum gerast sterkari og/ella veikari, í mun til hvat lívið hevur at bjóða og hvussu einstaka menniskja er ført fyri at takla tær støður, tað endar í. T.d.  økja keðilig barnaár sannlíkindini fyri kroniskum sjúkum og vælferðarsjúkum seinni í lívinum.

Og tað allarbesta er, at sjálvt um eitt menniskja hevur møtt sera nógvari mótgongd ígjøgnum lívið og sjálvlekjandi eginleikarnir eru viknaðir nógv, ber til at arbeiða sjálvlekjandi eginleikarnar fram aftur og tað hevur Thomas eisini eitt boð uppá, hvussu kann gerast.

Bókin ‘Kan man tænke sig rask’, kann hoyrast á Mofibo.

Og kann annars keypast í føroysku bókhandlunum.

Vil eisini tilmæla at lurta eftir hesum podcasti á Spotify, har hann samskiftir við sálarfrøðingin Camillu Kjems um bókina.

Og eitt annað podcast á Spotify, har læknin Christian Vøhtz og sálarfrøðingurin Pia Callesen samskifta við hann, eftir at hava verið til hansara fyrilestur.

Thomas Breinholt hevur eisini egna heimasíðu: https://www.thomasbreinholt.dk/

Kurvin
Scroll to Top