Ógvusligar ristingar av høgra armi / Oktober 2024

49 ára gamli fuglfirðingurin, Pól Jákup Larsen, vendi sær seinast í septemer í ár til STATERA, tí hansara høgri armur var farin at RISTAST sera illa. So illa, at hann megnaði ikki at passa sítt arbeiði.

————

Í 2022 bleiv Pól Jákup koppsettur fyri Covid í høgra yvirarm.

Beinanveg fekk hann pínu í staðið, har hann bleiv koppsettur, sum er púra normalt.

Hjá Pól Jákupi fór pínan bara ikki burtur, men versnaði spakuliga.

Seinast í juli í ár versnaði pínan nógv og bleiv ring. Fyrst í august byrjaði høgri armur at ristast og í september blivur istingarnar sera ógvusligar ígjøgnum alt døgnið. So ógvsligar, at Pól Jákup fekk so gott sum onki gjørt og slett ikki passað sítt arbeiði á sjónum.

Eisini svøvnurin bleiv ávirkaður og Pól Jákup bleiv skjótt útlúgvaður av støðuni.

Tað var tó eitt, sum hjálpti uppá ristingarnar og tað var, at trýsta eitt heilt ávíst stað á hø yvirarmi, har pínan frá koppsetingini var.

Men linnin var tíverri bara, so leingi hann helt trýstið.

Pól Jákup hevði beinanveg kensluna av, at ristingarnar hava samband við pínuna í arminum.

Hann fór til lækna sum metti, at hetta fór at ganga yvir.

———-

Tá ið Pól Jákup aftur fór til lækna, bleiv hann ávístur til neurolog og hann keypti sær sjálvur eina privata CT-scanning í Danmark.

CT-scanningin vísti normal viðurskifti í høvdinum. T.v.s., at ongin orsøk til ristingarnar er at finna har.

Tá ið hann byrjaði viðgerðirnar í Statera, bíðaði hann enn eftir, at sleppa til neurolog.

Hetta við vónini um, at ein orsøk kundi finnast har.

————-

Í Statera byrjaðu vit við einum práti um støðuna sum heild og sjálvsagt um aktuella trupulleikan við ristingunum.

Viðgerðarætlanin varð ein kombinatión av nálum og cupping og í fyrstu atløgu avgjørdu vit at royna 5 viðgerðir, við ikki ov longum millumbili.

Afturat tí, fekk hann ein kopp við heim, sum hann kundi brúka minst eina ferð um dagin og eftir tørvi.

Longu undir fyrstu viðgerðini bleiv armurin friðaligur.

Hann hevði tó hug at ristast eitt sindur aftur, men við stimulatión av nálunum hvørt fimta minutt, varð hann til seinast heilt friðaligur.

Tá ið Pól Jákup kom til fjórðu viðgerð, var armurin fyri tað mesta friðaligur, men hevði eitt herðindi av ristingum uml ein tíma hvønn dag.

Við at hvíla seg og at brúka koppin, sum hann fekk heim við, bleiv armurin stillur aftur.

Svøvnurin var eisini nógv betri og orkumessiga var hann við at styrkna aftur.

Tá ið Pól Jákup kom til fimtu viðgerð kundi hann siga frá, at armurin hevði verið púrasta friðaligur, pínan í yvirarminum var heilt burtur og svøvnurin var góður.

Framyvir fara vit at viðgerða, um armurin fer at ‘skapa sær’ aftur.

———-

Úr Statera takka vit Pól Jákupi fyri at siga sína søgu og ynskja vit honum alt tað besta.

Kurvin
Scroll to Top