Hjálp fyri lendapínu – November 2024

44 ára gamla Maria A Hentze úr Saltangará, hevur í Statera fingið hjálp fyri ryggjapínu – ringast í lendunum.
Soleiðis greiðir Maria frá:

Í nógv ár havi eg drigist við pínu í øllum rygginum, mest í lendunum.
Tá ið pínan fór at strála niður í beinini, bleiv tað sera órógvandi fyri mín gerandisdag og valdi eg tí at royna viðgerð hjá Statera, sum eg hevði hoyrt gott um.

Viðgerðirnar byrjaðu við nálum ymsa staðni á kroppinum, sum hjálptu mær væl.
Síðani fekk eg mýking við vakumkoppum, kombinerað við nálum.
Hendan viðgerðin var so ótrúliga góð og hjálpti hon mær eisini sera væl. Eg føldi beinanveg, hvussu kroppurin fór til arbeiðis.
Samstundis føldi eg eina serliga djúpa og góða hvíld og var kenslan heilt fantastiskt.

Eftir nakrar viðgerðir fekk eg tað so mikið gott, at pínan slett ikki fylti nakað í mínum gerandisdegi.
Enn spøkir hon viðhvørt, men tað er onki at snakka um, í mun til tað sum var, áðrenn eg byrjaði viðgerðirnar í Statera.
Tað fantastiksa er, at viðgerðirnar eisini hava hjálpt uppá so nógv annað, enn mínar kvalir við rygginum.

  • Eg sovi nógv betri, enn eg havi gjørt í langa tíð.
  • Eg eri slett ikki køld longur.
  • Órógvið í beinunum er burtur.
  • Tá ið lívsins stormar herja, og hava sett seg sum knýtingar í kroppin, hava viðgerðirnar loyst væl upp og lætt um, soleiðis at eg havi meira orku og mót.

Eg fari heilt víst aftur til viðgerð – bæði tá ið tørvar og fyri ta vælveruna, sum viðgerðirnar geva mær.

Hjá Statera er gott at verða.
Hugnaligt, heimligt og avslappandi og tey bestu og fittastu starvsfólkini.

Í Statera takka vit hjartaliga Mariu, fyri at siga sína søgu og ynskja alt tað besta á leiðini.

Kurvin
Scroll to Top