Grundskeið í cupping – praktisk og trygg viðgerð

Grundskeið í cupping – praktisk og trygg viðgerð

2.500,00 kr.

💆‍♀️ Lær cupping frá grundini – á einum 6 tímars skeiði við teori og praktiskum royndum.

📅 Nær? Leygardagin 25/10 – 2025
📍 Hvar? Statera Akupuntkur, Varðagøta 26, Tórshavn
Tíð: Kl. 10:00 – 16:00
👩‍🏫 Undirvísari: Gunnvá Wardum– sjúkrarøktarfrøðingur & akupunktør

Ikki á lagri.

Vørubólkur:
Keyp trygt við

Á hesum 6 tíma skeiði í cupping fært tú innlit í grundleggjandi teori og kemur at venja teknikkir á ryggi, herðum, búki og bringu. Tú lærir, hvussu viðgerðin kann ávirka kropsliga pínu, sirkulatión og vælveru – og hvussu tú brúkar tað trygt.

✨ Tú fært:

  • ✔ Innlit í søgu og útvikling av cupping

  • ✔ Teori og praktiska venjing við koppum (rygg, herðar, búk og bringu)

  • ✔ Trygd, etik og kontraindikatiónir

  • ✔ Luttakaraváttan

  • ✔ Cuppingsett við 19 plastikkoppum

  • ✔ Olju, ið er væl egna til hesa viðgerð


🎯 Skeiðið er hóskandi til:

  • Tín, sum longu arbeiðir við fólki innan heilsu, ítrótt ella vælveru

  • Tín, sum ynskir at styrkja førleikarnar innan kropsviðgerð

  • Tín,  sum ynskir at royna cupping trygt og undir vegleiðing


📬 Tilmelding

  • Meldið til her á síðuni ella við at senda ein teldupost til statera@statera.fo
  • 🔗 Avmarkað pláss til 6 luttakarar – tryggja tær títt pláss longu í dag!
  • Tilmeldingin er galdandi, tá peningurin er fluttur.

🌀 Hvat er cupping?

Tað er ein húðstimulerandi viðgerð, sum økir um mikrosirkulatiónina og stimbrar útreinsan av ótørvi í bindivevnaði og muskulaturi. Tað gevur vælveru og lættir um pínu og spenningar – bæði hjá vanligum fólki og ítróttarfólki.

💪 Cupping stuðlar við:

  • Vætusamlingum og ójavnvág í vevnaði

  • Spentum vøddum og vøddapínu

  • Nakka- og akslapínu

  • Liðapínu – eisini orsaka av gikt

  • Trupulleikum við sodning og manglandi orku

  • Skjótari restitutión eftir kropsliga venjing


Ummæli

There are no reviews yet.

Only logged in customers who have purchased this product may leave a review.

Aðrar vørur, ið kundu havt tín áhuga

Kurvin
Scroll to Top