,

Fríðkandi Andlitsviðgerð

800,00 kr.

Keyp trygt við

Kosmetiskur akupunkturur, eisini kallaður fríðkandi akupunkturur, kann kallast at verða tann náttúrliga andlitslyftingin.

 

Viðgerðin dregur náttúrligu andlitsbrøgdini frarm og útstrálingin verður framráðin og soleiðis verður eisini innara útstrálingin týðuligari ígjøgnum eygnaútrykkið. Andlitið fær eitt lyft og húðin kemur at sýnast yngri.

 

Útyvir hetta, er viðgerðin sera avslappandi og avstressandi og soleiðis eisini góð til tín, ið ynskir at beróliga nervasystemið og at koma ’niður í gear’.

 

Fríðkandi akupunkturur er MUNAGÓÐUR til:

– rukkur

– pannu-foyrur

– veikan andlitsmuskulatur

– ‘krákuføtur’ útfrá eygnakrókunum og munnvikunum

– tung eygnalok

– posar undir eygunum

– myrkar randir undir eygunum

– feita ella turra húð og húð, sum hevur mist ‘útstrálingina’

– reyðligan húðalit

– akne, eksem og rosacea

– Minkar um týðiligu tekini uppá strongd, ið vísa seg í andlitinum

– Avstressan

 

HVUSSU hjálpir akupunkturur?

– Viðgerðin betrar um blóð- og lymfurensl í andlitinum og fugtar hon soleiðis húðina og reinsar fyri ótørv.

– Styrkir spenningin/tonus í andlitsmusklunum

– Stimbrar kollagen-framleiðsluna í andlitshúðini

– Betrar um hormonjavnvágina

 

Í viðgerðini brúka við teknikkir, ið kallast guasha, cupping massagu og nálir. Brúkt verður spirulina andlitsmaska, ið er ein av ríkastu keldum til antioxidantar, vitaminir og mineralir. Harafturat er Spirulina rík uppá gamma-linolensyru, sum verjir sjalvstøðugu funktiónina av húðkyknum og muskulaturi í andlitinum, soleiðis at nýggju húkyknurnar verða sunnar og frískar.

 

Í fríðkandi akupunkturi ganga heilsa og vakurleiki hond í hond. T.v.s., at lívstílstillagingar eru ein partur av viðgerðini.

 

Viðgerðin er í 1 tíma og 3o minuttir.

Ummæli

There are no reviews yet.

Only logged in customers who have purchased this product may leave a review.

Kurvin
Fríðkandi Andlitsviðgerð
800,00 kr.
Scroll to Top