
Nethandil
Grundskeið í cupping – praktisk og trygg viðgerð
2.500,00 kr.
💆♀️ Lær cupping frá grundini – á einum 6 tímars skeiði við teori og praktiskum royndum.
📅 Nær? Leygardagin 15/11 - 2025
📍 Hvar? Statera Akupuntkur, Varðagøta 26, Tórshavn
⏰ Tíð: Kl. 10:00 – 16:00
👩🏫 Undirvísari: Gunnvá Wardum– sjúkrarøktarfrøðingur & akupunktør
Ikki á goymslu í løtuni
Ikki á lagri.
Meira um vøruna
Lýsing og nýtsla
Á hesum 6 tíma skeiði í cupping fært tú innlit í grundleggjandi teori og kemur at venja teknikkir á ryggi, herðum, búki og bringu. Tú lærir, hvussu viðgerðin kann ávirka kropsliga pínu, sirkulatión og vælveru – og hvussu tú brúkar tað trygt.
✨ Tú fært:
-
✔ Innlit í søgu og útvikling av cupping
-
✔ Teori og praktiska venjing við koppum (rygg, herðar, búk og bringu)
-
✔ Trygd, etik og kontraindikatiónir
-
✔ Luttakaraváttan
-
✔ Cuppingsett við 19 plastikkoppum
-
✔ Olju, ið er væl egna til hesa viðgerð
🎯 Skeiðið er hóskandi til:
-
Tín, sum longu arbeiðir við fólki innan heilsu, ítrótt ella vælveru
-
Tín, sum ynskir at styrkja førleikarnar innan kropsviðgerð
-
Tín, sum ynskir at royna cupping trygt og undir vegleiðing
📬 Tilmelding
- Meldið til her á síðuni ella við at senda ein teldupost til statera@statera.fo
- 🔗 Avmarkað pláss til 6 luttakarar – tryggja tær títt pláss longu í dag!
- Tilmeldingin er galdandi, tá peningurin er fluttur.
🌀 Hvat er cupping?
Tað er ein húðstimulerandi viðgerð, sum økir um mikrosirkulatiónina og stimbrar útreinsan av ótørvi í bindivevnaði og muskulaturi. Tað gevur vælveru og lættir um pínu og spenningar – bæði hjá vanligum fólki og ítróttarfólki.
💪 Cupping stuðlar við:
-
Vætusamlingum og ójavnvág í vevnaði
-
Spentum vøddum og vøddapínu
-
Nakka- og akslapínu
-
Liðapínu - eisini orsaka av gikt
-
Trupulleikum við sodning og manglandi orku
-
Skjótari restitutión eftir kropsliga venjing