NADA er eitt slag av oyraakupunkturi, sum arbeiðir fram ímóti eini kropsligari og sálarligari javnvág.
NADA er gott til avvenjing og til tín, sum hevur trupulleikar við at hugsavna teg. Eisini geva nálirnar ró.
Hendan viðgerðin er BERT 5 nálir í hvørt oyra og vit tosa ikki so nógv.
Viðgerðin er í 1 tíma.
Hvat er NADA?
NADA akupunkturur er ein viðgerðarháttur, sum bleiv útviklaður av amerikanska psykiataranum og filosoffinum Dr. Michael O. Smith í fyrru helvt av 70’unum. Arbeiðshátturin bleiv mentur sum liður í avvenjing av heroin-misbrúkarum og var úrslitið framúr gott.
Í 80’unum er arbeiðshátturin víðkaður til eisini at stuðla undir bæði kognitivar, alternativar og medisinskar viðgerðarhættir. Tað hevur víst seg, at tá ið NADA verður givið sum ískoyti, hava úrslitini av øðrum viðgerðar- og/ella venjingartilboðum verði munandi betri.
Í Europa stendur NADA fyri National Acupuncture Detoxification Association. Í Amerika stendur NADA fyri North American Detoxification Association og var Dr. Michael O. Smith eisini stovnarin av stovninum
NADA hátturin stendur av 5 nálum í hvørt oyrað. Hesar eru við til at skapa javnvág í kroppinum – bæði fysiska og sálarliga javnvág.
NADA kann síggjast sum eitt ískoyti til aðrar viðgerðar-hættir, heldur enn ein viðgerð í sær sjálvum.
Arbeiðshátturin er samansettur sum ein endurmenningar-skrá heldur enn ein akupunktur-viðgerð.
Endamálið við NADA er, at tað kann brúkast beinanveg, tá ið tørvurin framkemur.
Hvør fær gagn av NADA?
NADA kann verða ein hjálp hjá teimum, ið hava tørv á kropsligum og sálarligum stabiliteti, betri handfaring av strongd, líða av angist, rastloysi, svøvnórógv, betri handfaring av kenslum og kognitivum funktiónum.
Sum Ískoyti til verandi viðgerð, er NADA sera munagott, til at minka um øll sløg av abstinensum.
NADA hjálpir persóninum at fáa sjálvskontakt og kontakt við egið tilfeingið.
NADA kann brúkast til linna her og nú, t.d. til bráfeingis strong, abstinensir, angist ella svøvntrupulleikar.
Upprunaliga er NADA hugsað sum stuðul í eini, ofta drúgvari, psyko-sosialari gongd.
Les meira um NADA á heimasíðuni hjá NADA Danmark.
Ummæli
There are no reviews yet.