Thieves+ 5 ml

250,00 kr.

5 ml essentiel olia

Fyrimunir við Thieves:

  • Stimbrar immunverjuna
  • Stimbrar sunnar andaleiðir
  • Virkar antimikrobielt

Á lagri: Á lagri

Keyp trygt við

Thieves®+ er ein av best umtøktu oljunum frá YoungLiving.
Oljan er samansett av oljunum Nelikar, Lemon, Kanel, Eucalyptus Radiata og Rosemarin og gevur samansetingin ein týðuligan, kraftfullan og sterkan virkna.
Kann inntakast sum kostískoyti ella sum krydd í mati og drekka. T.d.  ein dropa í eitt glas av vatni ella í tín te-kopp.
Kann luftspjaðast í rúmið.
Kann smyrjast á húðina – tá best tynnt við aðrari olju.

M.a. hesar ágóðar kanst tú uppliva, við at brúka Thieves+

  • styrkir tína immunverju
  • hevur antimikrobiellan virkna. T.v.s., at hon arbeiðir ímóti mikroorganismum, sum bakterium og virus.
  • linnar um fyltar næsa- og hjáholur.
  • styrkir andaleiðirnar
  • gevur orku og betrar um lagið

Hvussu kann eg brúka Thieves ?

  • Kann luftspjaðast í rúmið.
    Tað kann skapa eitt serstakt huglag í rúmið, betra um lagið og minka um kensluna av strongd og órógv
  • Brúka Thieves í dampbað – t.d. í einum bolla við kókaðum vatni, har tú lenar høvdið inn yvir og leggur handklæðið yvir høvd og bolla.
    At anda hendan dampin, er gott fyri trupulleikar í andaleiðini og fyltar hjáholur.
    Best er, um tú blundar, tá ið tú ert í dampinum. Hetta, fyri at sleppa undan irritatión í eygunum.
  • Blanda Thieves í aðra olju, sum tú kann brúka til mýking og/ella viðgerð/linna av húðirritatión ella sárum
  • Blanda Thieves í títt krem, sum tú síðani smyr á kroppin
  • Koyr ein dropa av Thieves+ í eitt glas av vatni, í temunnin ella í kakuna/rættin, sum tú ynskir skal hava ein kryddaðan smakk.
    Tað kann t.d. verða fyribyrgjandi fyri virussjúkur og forkølilsi, um tú inntekur 1-2 gløs/koppar av Thieves um dagin.

Møgulig hjáárin:

  • Húðreaktiónir – kann fyribyrgjast, við at tynna oljuna í aðrar oljur
  • Photosensibilitet – tað er Lemon, ið ger húðina minni móstøðuføru ímóti sólini. So um tú brúkar Thieves á húðina er umráðandi, at tú verjir húðina væl,  um tú fer út í sólina – t.d. við faktorkremi.

Her eru nakrar kanningar, ið eru gjørdar av nøkrum av innihaldsoljunum, sum Thieves stendur av:

Ummæli

There are no reviews yet.

Only logged in customers who have purchased this product may leave a review.

Kurvin
Thieves+ 5 ml
250,00 kr.

Á lagri: Á lagri

Scroll to Top