Mikukvøldið 14/1-2025, Kl 19 – 21, Í Statera
– ein hugnalig løta við oljum, akupressuri og andadrátti
Veturin kann kennast tungur fyri kroppin – minni ljós, møði, tyngri andadráttur og ein ovbyrða nervaskipan.
Hetta kvøldið komi eg við einum boðið uppá, hvussu vit kunna lenda, finna ró og styrkja kroppin innanfrá á natúrligan hátt.
🌿 Framløga: Vetraroljur, sum hjálpa tær ígjøgnum myrku tíðina
Vit fara at hyggja at nøkrum av teimum oljunum, sum eru serliga góðar um veturin:
-
til søvn og ró
-
til andadrátt og lungu
-
til at minka um strongd og spenningar
-
til orkustøði og jarðfesti
Tú fært greiða vegleiðing í, hvussu tær kunnu brúkast í gerandisdegnum.
✨ Mini-skeið: Akupressur og einføld andadrátsvenjing
Vit fara saman at læra:
-
1–2 akupressurpunkt, sum stuðla andadrátti, søvni og innara ró
-
eina stutta, kraftmikla andadrátsvenjing, sum hjálpir tær at slappa av og fáa meira rúm í kroppinum
💧 Oljubarr: Kom framvið og royn vetraroljur
Aftaná sjálva framløguna ber til at koma framvið, royna oljurnar og merkja eftir, hvør teirra talar til tín.
Tú kanst eisini fáa persónlig ráð um, hvørjar oljur og hvør nýtsla hóskar best til tín kropp akkurat nú.
Nærri kunning kemur seinni.





Ummæli
There are no reviews yet.