Cupping & Mýking
Cupping – ein gamal viðgerðarháttur við nútímans virði
Cupping (vakumkoppar) hevur verið brúkt í túsundtals ár innan siðbundna kinesiska medisin (TCM).
Við hjálp av einum mildum undirtrýsti verða koppar settir á húðina, sum økir um blóðrenslið í økinum og kann hjálpa kroppinum at loysa spenningar.
Mong velja cupping, tí viðgerðin kann:
• Loysa spentar vøddar og stívar liðir
• Økja um blóðrenslið
• Geva eina kenslu av lættari rørslu í kroppinum
• Minka um kropsligt óbehag og stívleika
• Stuðla náttúrligu endurbyggjanini hjá kroppinum
• Virka djúpt avslappandi
• Virka pínulinnandi
Cupping kann brúkast einsamalt ella í samanseting við akupunktur og aðrar viðgerðir. Viðgerðin verður altíð lagað til tín tørv og tínar avbjóðingar.
Eftir viðgerðina kunnu rund merki síggjast á húðini í nakrar dagar. Hetta er púra vanligt og hvørvur av sær sjálvum.