Silekonekoppar

Nethandil

Silekonekoppar

Price range: 25,00 kr. through 75,00 kr.

Vel ímillum fimm støddir av bleytum silekonekoppum – frá std XS til XL.

Á goymslu

Meira um vøruna

Lýsing og nýtsla

Bleytir silekonekoppar til cupping og kropsmýking heima. Vel stødd eftir økinum, tú ynskir at arbeiða við. Koppurin verður trýstur lætt saman og settur á húðina, so eitt hóskandi undirtrýst verður skapað.

Vel røttu støddina

XS – 1,5 × 5 cm: Til sera smá og avmarkað øki, sum rundan um eygu, varrar og smá lið.

S – 3,6 × 8 cm: Til smærri øki og smærri vøddar, sum andlit, háls, hendur, undirarmar og føtur.

M – 4,5 × 4,5 cm: Ein góð miðalstødd til bringu, akslar, armar, leggir og onnur miðalstór øki.

L – 5 × 5,5 cm: Til størri vøddabólkar, sum rygg, lær, mjadnar og leggir.

XL – 6,8 × 8 cm: Til tey størstu økini, serliga rygg, lær og sitivøddar.

Nýtsla og umsorgan

Byrja altíð við at smyrja ríkiligt av olju á økið, tú ynskir at viðgerða. Byrja varisliga og brúka heldur mildari undirtrýst, til tú kennir, hvussu húðin reagerar. Koppurin kann  standa stillur í stutta tíð (max 10 min) ella førast varliga eftir húðini.

Vaska við flógvum vatni og mildari sápu eftir nýtslu.

Ikki nýta koppin á sár, irriteraða húð, beinleiðis á æðraknútar ella har húðin er óvanliga viðkvom. Ert tú í iva, spyr endiliga.

Aftur til nethandilin