Finca Canarias Gel Puro – Aloe Vera gel 250 ml

Nethandil

Finca Canarias Gel Puro – Aloe Vera gel 250 ml

295,00 kr.

Kaltpressað Aloe Vera gel við 98% Aloe Vera. Til gerandis húðrøkt á andliti og kroppi. 250 ml.

Á goymslu

Meira um vøruna

Lýsing og nýtsla

Kaltpressað Aloe Vera gel 250 ml Finca Canarias hevur útvunnið kaldpressaða Aloe Vera gel, har øll føðsluevni og allir eginleikar eru varðveittir. Aloe Vera inniheldur í minsta lagi 75 gagnlig evni, eitt nú vitaminir, mineral, antrakinon, monosakkarid, polysakkarid, ensymir, plantusterol og 19 lívsneyðugar aminosýrur. Aloe Vera, sum veksur í heita veðurlagnum á Kanariuoyggjunum, nær havinum og í vulkaniskari jørð, hevur harumframt fleiri gagnligar eginleikar. Javier frá Finca Canarias er við, at Aloe Vera av Kanariuoyggjunum inniheldur tríggjar ferðir so nógv acemannan sum plantur, ið vaksa aðrastaðni í heiminum. Aloe Vera av Kanariuoyggjunum verður tí mett at vera besta Aloe Vera í heiminum. Kosmetologar viðurkenna, at nýtsla av Aloe Vera gevur góð úrslit í húðviðgerð, tí hon lættliga treingir inn í húðina og heldur bakterium og fitusamlingum, sum typpa porurnar, burturi. Aloe Vera ger húðina bleyta og hevur grøðandi virknað, tí hon stimbrar endurnýggjanini av húðkyknunum. Eisini verður Aloe Vera nógv brúkt til viðgerð av brunasárum og øðrum sárum.

NÝTSLA

Smyr reina Aloe Vera gel á húðina morgun og/ella kvøld, bæði á kropp og andlit. Til fólk við normalari ella turrari húð verður mælt til at nýta Aloe Vera saman við einum vætukremi, tí húðin annars kann kennast turr. Til feita húð ella húð við akne, hevur hon samantrekkjandi virknað og kann tí við fyrimuni nýtast uttan at leggja meira fukt afturat. Húðin skal vera rein og turr, áðrenn Aloe Vera verður smurt á.

INNIHALD OG HALDFØRI

Vøran inniheldur 98% reina Aloe Vera saft, sum verður vunnin úr bløðunum á Aloe Vera-plantuni og kaltpressað. Mælt verður tí til at goyma opnaða vøru í køliskápi. Innihald:
  • 98% kaltpressað Aloe Vera.
  • 0,1% – Askorbinsýra er C-vitamin, og tocopherol er E-vitamin. Bæði verða vunnin úr sitrón og eru neyðug fyri at forða fyri, at vøran oxiderar, tá ið hon verður fylt á fløskur.
  • 0,1% – Natúrlig konserveringsevni E-202 (kaliumsorbat) og D-223 (natriummetabisulfit). Sambært ES-reglum skulu í minsta lagi 0,1% konserveringsevni leggjast afturat, fyri at vøran kann seljast. Minsta møguliga nøgd er løgd afturat, og bert natúrlig evni eru nýtt.
  • 0,1% – Xanthangummi, sum er eitt natúrligt tjúkkingarevni vunnið úr majs.
Vøran heldur sær í umleið 12 mánaðir eftir upplating.

ÁVARING

Aloe Vera er ein lilja og hoyrir tí til somu familju sum hvítleykur, leykur og tulipanir. Tí kann lukturin kennast sterkur. Eftir at vøran er smurd á húðina, hvørvur lukturin tó heilt eftir minni enn tveimum minuttum, tí Aloe Vera verður upptikin átta ferðir skjótari enn vatn. Umleið seks mánaðir eftir, at pakkningurin er latin upp, kann liturin byrja at broytast og gerast gulur. Hetta er vanligt og kemur av, at Aloe Vera byrjar at oxidera. Vøran kann tó framvegis nýtast og varðveitir somu góðsku í upp til 12 mánaðir, ella til hon verður appilsingul.
Aftur til nethandilin