Andlit og vælvera

Andlitsmýking

Avslappandi mýking við hondum, gua sha og mildari cupping – uttan nálir.

700 kr.Uml. 45 min.
Bóka viðgerð
Rólig andlitsmýking uttan nálir

Hóskar hetta til tín?

Ein rólig løta fyri andlit og sinn

Til tín, sum ynskir eina milda og avslappandi andlitsviðgerð uttan akupunkturnálir. Viðgerðin sameinir mýking við hondum, akupressur, gua sha og milda cupping-mýking. Hon verður lagað til tína húð og kann hjálpa tær at loysa spenningar í andliti, kjálkum og høvdi. Endamálið er at geva andlitinum umsorgan og samstundis skapa ró í kroppinum. Tú fært eina nærverandi løtu, har tú kanst sleppa gerandisdegnum og koma heilt niður í ferð.

Viðgerðin kann vera fyri teg, sum ynskir:

  • eina avslappandi viðgerð uttan nálir
  • at loysa spenningar í andliti og kjálkum
  • umsorgan fyri turrari ella troyttari húð
  • eina frískari og meira livandi kenslu í andlitinum
  • milda stimulering av húð og vevnaði
  • ró í høvdi og kroppi
  • eina løtu við umsorgan og djúpari avslapping

Soleiðis fer tað fram

Hvat hendir til viðgerðina?

01

Vit práta saman

Vit byrja við einum stuttum práti um tína húð, møguligar spenningar og tað, tú ynskir at fáa burturúr viðgerðini.

02

Mýking lagað til tín

Andlitið verður mýkt við hondum og akupressuri. Gua sha og mild cupping-mýking kunnu verða nýtt eftir tørvi.

03

Ró og vælvera

Tú fært góða tíð at slappa av, meðan andlit, kjálkar og høvd fáa umsorgan. Tú fert heim við einari kenslu av lættleika og ró.

Persónliga tillagað

Hvat kann viðgerðin innihalda?

Viðgerðin varir umleið 45 minuttir og verður lagað til tína húð og tín tørv. Hon kann millum annað fevna um:

  • mýking av andliti, kjálkum og høvdi
  • akupressur
  • gua sha
  • milda cupping-mýking í andlitinum
  • produkt frá Lucia Care, lagað til húðina
  • ró og tíð til avslapping

Viðgerðin er uttan akupunkturnálir og hóskar væl til tín, sum ynskir eina milda og sansaliga vælveruviðgerð.

Vilt tú bóka?

Vel eina tíð, sum hóskar tær

Bóka tína tíð á netinum. Ivast tú, kanst tú eisini skriva til mín fyrst.

← Aftur til allar viðgerðir