Vit práta saman
Vit byrja við einum stuttum práti um tína húð, tín tørv og tað, tú ynskir at fáa burturúr viðgerðini.
Andlit og vælvera
Fríðkandi akupunkturur og umsorgan fyri andlit og húð – í eini róligari viðgerð fyri kropp og sinn.

Hóskar hetta til tín?
Til tín, sum ynskir at geva andlitinum og húðini serliga umsorgan – og samstundis fáa eina róliga løtu, har tú kanst slappa av og koma niður í ferð. Fríðkandi andlitsviðgerð sameinir kosmetiskan akupunktur við húðrøkt, andlitsmýking og øðrum mildum viðgerðarhættum. Endamálið er at stuðla undir eini frískari og livandi útstráling, samstundis sum tú fært eina heildaruppliving við fokus á bæði andlit, kropp og sinn. Viðgerðin verður altíð lagað til tína húð, tín tørv og tað, tú ynskir at fáa burturúr henni.
Soleiðis fer tað fram
Vit byrja við einum stuttum práti um tína húð, tín tørv og tað, tú ynskir at fáa burturúr viðgerðini.
Tú fært eina samansetta andlitsviðgerð við fríðkandi akupunkturi og umsorgan fyri húðini. Akupunkturur á kroppinum verður oftast lagdur afturat í mun til tín tørv.
Meðan nálirnar virka, fært tú frið og góða tíð at slappa av, og tú fert heim við eini kenslu av ró og vælveru.
Persónliga tillagað
Viðgerðin varir umleið 80 minuttir og verður løgd til rættis til tín. Hon kann millum annað fevna um:
Tú skalt rokna við einari róligari og nærverandi viðgerð, har góð tíð er til bæði andlit, kropp og sinn.
Vilt tú bóka?
Bóka tína tíð á netinum. Ivast tú, kanst tú eisini skriva til mín fyrst.