Vit práta saman
Vit byrja við at avklára tín tørv og tað, tú ynskir hjálp til.
Akupunktur · fyrsta viðgerð
Vit práta um tín trupulleika, gera eina meting og leggja eina møguliga viðgerðarætlan.

Hóskar hetta til tín?
Fyrsta viðgerð er til tín, sum kemur fyrstu ferð við pínu, spenningum, órógvi ella øðrum trupulleikum. Vit brúka góða tíð til at práta um tína støðu og leggja eina persónliga viðgerðarætlan.
Soleiðis fer tað fram
Vit byrja við at avklára tín tørv og tað, tú ynskir hjálp til.
Vit meta um tína støðu og leggja eina møguliga viðgerðarætlan.
Tú fært eina persónliga tillagaða akupunkturviðgerð.
Persónliga tillagað
Akupunkturur er grundarlagið. Tá tað er viðkomandi, kann viðgerðin verða samansett við cupping, mýking, moxa ella øðrum viðgerðarháttum.
Vit avtala saman, hvussu ein møgulig viðgerðargongd skal síggja út.
Vilt tú bóka?
Bóka tína tíð á netinum. Ivast tú, kanst tú eisini skriva til mín fyrst.