Ró · órógv · svøvnur

NADA

Ein rólig viðgerð við oyraakupunkturi, har tú liggur væl og fær frið.

500 kr.Uml. 45 min.
Bóka viðgerð
Rólig NADA-viðgerð við oyraakupunkturi

Hóskar hetta til tín?

Ein løta við friði og hvíld

Til tín, sum ynskir eina róliga viðgerð við atliti at strongd, innara órógvi, hugsavnan ella svøvni.

Kunning um viðgerðina

NADA oyraakupunkturur

NADA er ein mild og einføld viðgerð við oyraakupunkturi, sum kann stuðla kroppinum og sinninum í at finna ró og javnvág.

Viðgerðin kann verða viðkomandi, um tú upplivir:

  • strongd og innara órógv
  • angist ella rastloysi
  • svøvntrupulleikar
  • kropsliga og sálarliga ójavnvág
  • tørv á meira ró, nærveru og sjálvskontakt

NADA kann eisini brúkast sum ískoyti til aðra viðgerð ella sum liður í eini longri viðgerðargongd. Viðgerðin kann hjálpa tær at falla til ró og gera tað lættari at arbeiða víðari við øðrum avbjóðingum.

Soleiðis fer viðgerðin fram

Fimm tunnar nálir verða settar í ávís punkt í hvørt oyra. Nálirnar sita í umleið 45 minuttir, meðan tú liggur í friðarligum umhvørvi og slappar av.

Tú skalt ikki tosa ella gera nakað ávíst undir viðgerðini. Tíðin er tín – til ró, hvíld og nærveru.

NADA kann gevast sum sjálvstøðug viðgerð, men verður ofta brúkt sum partur av eini viðgerðargongd. Hvussu ofta viðgerðin verður givin, verður lagað eftir tørvinum hjá tær.

Hvat kann tú merkja?

Upplivingin er ymisk frá persóni til persón. Nøkur merkja djúpa ró longu undir viðgerðini, meðan onnur merkja broytingina so líðandi. Eftir viðgerðina kanst tú kenna teg avslappaða/n, troytta/n ella meira savnaða/n.

NADA varð upprunaliga ment í 1970’unum av amerikanska psykiataranum Dr. Michael O. Smith sum stuðul í viðgerð av bundinskapi. Síðani er hátturin farin at verða brúktur nógv breiðari sum stuðul við eitt nú strongd, órógvi og svøvntrupulleikum.

NADA er ein stuðlandi viðgerð og kemur ikki í staðin fyri læknaliga ella sálarfrøðiliga viðgerð, tá ið tørvur er á henni.

Soleiðis fer tað fram

Hvat hendir til viðgerðina?

01

Tú leggur teg væl til rættis

Tú kemur inn og leggur teg væl til rættis á briksini. Kanska spyrji eg nakrar fáar spurningar.

02

Nálirnar verða settar

Fimm nálir verða settar í hvørt oyra og møguliga ein nál ímillum eyguni.

03

Ró og hvíld

Tú liggur í friði við nálunum í 30–45 minuttir. Vit nýtast ikki at tosa – vit lata kroppin arbeiða.

Vilt tú bóka?

Vel eina tíð, sum hóskar tær

Bóka tína tíð á netinum. Ivast tú, kanst tú eisini skriva til mín fyrst.

← Aftur til allar viðgerðir