51 ára gamla Sunfríð Árnastein, hevur í STATERA fingið hjálp fyri trupulleikar í yvirgangsárunum og onnur árin, ið fylgja við teimum.
Les hennara søgu niðanfyri :
Fyri uml 6 árum síðani, byrjaði eg at fáa ringar hita- og sveittatúrar. Var baðað í sveitta hvørja nátt. Altíð sera heit og sveittaði við minstu rørslu.
Fór skjótt at taka tilskot av hormonum, ið helst høvdu ein virkning, men í alt ov lítlan mun.
Hendan støðan hevur so verið áhaldandi.
Afturat, havi eg havt høvupínu hvønn dag. Hevði ring migrenuherindi fyri nøkrum árum síðani. Tá ið eg fekk Daith-piercing í oyruni, svann ringa migrenupínan. Men dagliga høvupínan sat eftir.
Spakuliga útviklaði eg eina kenslu av, at eg megnaði ikki at meta um frástøðu. Sum um, at alt kom ímóti mær. Hettar gav mær eina kenslu av ótryggleika og nú byrjaði angist eisini at gerast ein partur av mínum gerandisdegi. Hevði hjartabankan og klárðai illa at verða ímillum nógv fólk. Evnini at hugsavna meg blivu eisini verri og verri.
Svøvnurin fór at svíkja. Svav 3 – 4 tímar um náttina og gekk eg við eini kroniskari møði um dagin.
Seinastu tíðina, havi eg eisini fingið ilt í nakkan. Hann hevur verið so spentur, at eg kláraði illa at venda høvdinum.
Nú var eg so plágað av øllum hugsandi árinum og eg visti ikki míni livandi ráð. Vanliga eri eg væl fyri og havi sera nógva orku. Tí kláraði eg illa at hugsa mær lívið á henda hátt. Okkurt mátti henda.
Tað var nú eg vendi mær til STATERA fyri at vita, um tey kundu hjálpa mær við nøkrum av mínum viðurskiftum.
Longu eftir fyrstu viðgerð upplivdi eg at verða køld. Mátti lata meg í. Eftir 3 viðgerðir kundi eg við vissu siga, at eg hevði tað betri. Var slett ikki heit á sama hátt og sveittin var nú nógv minni. Hevði tað eisini nógv betri í nakka og herðum og kundi eg nú eisini ganga ímillum fólk, uttan at føla angist.
Eg havi nú fingið 14 viðgerðir og føli tað, sum mítt lív spakuliga dagar fram aftur.
Svøvnurin er batnaður heilt nógv og eg sveitti ikki í sama mun longur. Heldur ikki um dagin.
Høvupínan plágar slett ikki á sama hátt. Ja, eri enntá vaknað onkran morgun uttan høvupínu.
Somuleiðis er nakkin nógv betri.
Merki sum heild lítið til ótryggleika og angist. Onkur smávegis herðindi kunna koma á meg enn, men hesi svinna eftir lítlari løtu.
Eg gangi enn til viðgerðir í STATERA. Nú eina viðgerð um vikuna. Tað fari eg at gera, so leingi sum tað er bati í støðuni.