25 ára gamli Ari Johannesen, hevur í STATERA fingið hjálp fyri pínu.
Tað var SKINNABEINSPÍNA, ið órógvaði hann í fótbóltsspæli, ið fekk hann til at kontakta okkum.
Les meira niðanfyri, um hansara uppliving av viðgerðini í STATERA :
Eg havi í langa tíð drigist við ymiskar skaðar/pínir.
Lærkreppan og skinnabeinsbruni gjørdu um seg í langa tíð.
Tað var tó í 2014, at pínan av álvara byrjaði at gera um seg. Tá fekk eg ringa pínu í lendarnar.
Fótbólt fekk eg illa spælt, tað var hart at arbeiða og gerandisdagurin gjørdist strævin.
Fekk onki gjørt við fullari orku. Eg royndi ymiskt fyri at basa pínuni, uttan úrslit. Sum tíðin leið, komu aðrar pínir afturat.
Knøini byrjaðu at gera um seg, fekk ein ringan eymleika ímillum herðabløðini og nakkin bleiv sera stívur. Andadrátturin bleiv ávirkaður og føldi eg tað, sum var hann aldrin maksimalur.
Við øllum hesum pínum, fekk eg eisini spenningar í forlørini og baklørini. Hetta viðførdi, at eg illa kláraði at renna. Bara at ganga, var til tíðir strævið.
Eg var sera ørkymlaður um, hvat ið feilti mær og hvørjum hettar vildi enda við. Bleiv við at royna hjálp av ymiskum slagi, uttan úrslit. Skal leggja afturat, at eg helst gjørdi ov lítlan innsats sjálvur, fyri at fáa sum mest burturúr viðgerðunum.
Eftir nógvar góðar viðgerðir, sum tíverri ikki nøktaðu mín tørv, kontaktaði eg STATAERA.
Eg hevði sæð, at nógv fólk høvdu fingið hjálp fyri ymiskt við AKUPUNKTURI. Tí hugsaði eg, at hettar var vert at royna.
Og so var.
Eg merkti, hvussu knútarnir í lørunum, ímillum herðabløðini og í nakkanum blivu loystir undir viðgerðini og andadrátturin batnaði munandi.
Báðar lærkreppurnar eru nógv betri og skinnabeinini eru so gott sum frísk. Eg fái nú spælt fótbólt, uttan stórvegis trupulleikar.
Knøini merki eg nakað til enn, men eg havi tað betri, enn eg havi havt tað í fleiri ár.
Føli meg lættari og glaðari.
Eisini havi eg nú eina vón um, at við sjálvsaga og innsatsi, skal tað nokk blíva heilt gott